Ert tú Elrisin, vit leita eftir?
Les meira

Kom við í Elding toymið

Vit leita altíð eftir dugnaligastu starvsfeløgunum, og tískil søkja vit eisini skilagóðar lærlingar. Um tú ert eldri enn 18 ár, hevur hugin at gera títt allarbesta til arbeiðis og brennur fyri at geva okkara kundum bestu upplivingina, bjóða vit tær at søkja starvið sum lærlingur.

...

Útbúgving

Í Elding hava vit smíðað saman eina breiða, viðurkenda lærlingaútbúgving, ið lýkur okkara høgu krøv til menning og læring í lærutíðini. Tú verður knýtt/ur at einum av okkara handlum í allari lærutíðini, og sum lærlingur verður tú eisini javnmettur við hinar starvsfelagarnar.

...

Lærutíð

Útbúgvingin tekur 2 ár, har tú skiftandi ert í skúla í Danmark* og í starvslæru í handlinum. Elrisin hevur sínar egnu flokkar á skúlanum, og tú fert tískil at møta lærlingum úr øllum Danmark. Flokkarnir byrja skúlaárið í august, og aftaná 2 ár hevur tú tilsamans verið á skúlauppihaldi í 8 vikur – 4 modul á 2 vikur hvørt. Á skúlanum fært tú ástøðiliga grundvitan, sum tú síðani hevur møguleika at royna teg í her heima.

...

Framtíð

Ein útbúgving sum sølufólk í Elding gevur nógvar møguleikar á komandi starvsleiðini. Vit hava stórt framsøkni tína vegna, og um tú sjálv/ur vísir ábyrgd og áhuga, so røkkur tú uttan iva langt. Tú fært tíðliga møguleika at tjóvstarta tína yrkisleið – til dømis fáa flestu av okkara lærlingum ábyrgd av teirra egna øki í handlinum undir allari lærutíðini. Vit stuðla tær, um tú droymir um ein dag at gerast deildarleiðari.

Hvussu er einlærlingur ...

Ábyrgdarfull/ur

Sum førandi Elrisi á marknaðinum eru vit errin av at leiða, skilgreina og menna okkara marknað. Vit stremba altíð eftir at veita bestu vørur, loysnir og tænastur og at gera tær atkomuligar fyri øll.

Virkin

Tá ið vit eru virkin og kostnaðartilvitað, kunnu vit bjóða størsta úrvalið av vørum og tænastum til lægstu prísirnar uttan at avmarka kundaupplivingina.

Íðin

Stórur áhugi er grundleggjandi í okkara mentan. Hann skapar orku og framgongd. Vit eru eldhugað at hjálpa okkara kundum við at fevna allar møguleikarnar, sum tøknin gevur, og hetta hugkveikir okkara starvsfelagar til at gera ein mun.

...

Hetta er Elding

Okkara søga byrjaði í mars 1995, tá Mads Andreas Winther lat upp lítlan handil við trimum starvsfólkum á loftinum í SMS. Í 1997 flutti handilin inn í 250 fermetra høli og lat nýggja deild upp í Runavík, og í Klaksvík árið eftir.

Í 2006 gjørdist Elding limur í norðurlendska samstarvinum Elkjøp, ið er størsta elketa í Norðurlondum og somuleiðis partur av bretsku risaketuni Dixons. Hølini vórðu víðkað til 2000 fermetrar, og navnið varð hóskandi broytt til Elding Elrisin.

Í 2017 lat nethandilin Elding Online upp. Og í 2021 lat Elding Business upp spildurnýggjan handil í Smiðugerði.

Í dag arbeiða 64 starvsfólk í Elding á ymiskum deildum: Elding Elrisin í Tórshavn, Elding Elrisin í Klaksvík, Elding Online, Elding Business og Elding Nordic í Danmark.

Vilt tú eisini vera partur av hesi spennandi menning? Sum lærlingur í Elding fært tú øll amboðini til seta títt egna mark á positivu gongdina.

VIT LIVA AV NØGDUM KUNDUM!

Í Elding liva vit av glaðum kundum, og vænta vit tískil, at tú sum komandi starvsfelagi kanst spegla tær í okkara ábyrgdarfullu, virknu og ídnu lærlingum – so ert tú longu væl á veg til eina spennandi starvsleið í Elding. Tú fært sjálvandi nøkur hjálparamboð, sum tú kanst nýta í tínum gerandisdegi. Millum annað lærir tú, hvussu søla grundað á tørv kann nýtast til at skapa nøgdar kundar og langtíðar sambond.

HAPPY OR NOT

Handil
96%
 
Nethandil
89%
 
...